Skaðanevnd og nýtt landsstýrisfólk í samferðslumálum

Í dag bórust tíðindini um, at Uni Rasmussen verður nýtt landsstýrisfólk í Fíggjar- og samferðslumálum. Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd ynskja vit Una hjartaliga tillukku við tilnevningini og blíðan byrð í nýggja starvinum. Vit gleða okkum til gott ferðslutrygdarsamstarv við null-hugsjónini í miðdeplinum.

Í vikuni fekk Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, eisini svar frá Løgmanni uppá skrivliga fyrispurningin um skaðanevnd og ferðslutrygd (§52a).

Svarið til Rósu var tíverri ikki tað játtandi svarið, sum vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd høvdu vónað, um at nú fór loksins ein skaðanevnd at verða sett á stovn í Føroyum. Ein skaðanevnd sum samskipar og kannar tær álvarsligastu ferðsluvanlukkurnar. Og tó er svarið opið, og gevur møguleika fyri at arbeiðið kann fara í gongd, um viljin bert er til staðar at taka stigið.

Løgmaður sigur nevniliga í svari sínum at: ”Umhugsað verður at kanna nærri, hvør tørvurin við einari skaðanevnd er, og hvussu eitt tílíkt arbeiðið møguliga kundi verið skipað.”

Hendan bóltin eru vit fús at lofta í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og vit vilja fegin taka hetta málið upp við nýggja landsstýrismannin skjótast gjørligt. Vit hava boð uppá hvussu eitt tílíkt arbeiði kann skipast, tí øll okkara grannalond hava langt síðani sett á stovn líknandi skaðanevndir og hava drúgvar royndir við, hvussu slíkt arbeiði kann skipast.  

Løgmaður sigur víðari at: ”Seinastu nógvu árini eru allar álvarsligar ferðsluvanlukkur blivnar kannaðar av avvarðandi myndugleikum, sum hava ábyrgd av teimum ymisku fakøkjunum. Akstovan kannar akførini, løgreglan ger ferðslutekniskar kanningar á staðnum, og Landsverk ger metingar av vegaumstøðunum, og hetta verður framvegis gjørt tann dag í dag.”

Tað er sjálvandi rætt og týdningarmikið, at ymsir myndugleikar longu kanna akfør og vegir, tá ferðsluvanlukkur henda. Men tað sentrala og týdningarmesta við eini skaðanevnd er tó, at hesar kanningar verða samskipaðar og at upplýsingarnir hjá relevantu myndugleikunum verða lagdir saman til eina heild, sum kann brúkast fyribyrgjandi.

Tað er essensurin í eini skaðanevnd!

Og tað er orsøkin til at Ráðið fyri Ferðslutrygd ferð eftir ferð vísir á, at tað er altavgerðandi at fáa sett á stovn eina skaðanevnd. Eina skipan sum øll grannalond okkara langt síðani hava sett á stovn og hava drúgvar royndir við og sum vit tí lættliga kunnu taka til okkum og tillaga føroysk viðurskifti. Tað er nevniliga als ikki neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin umaftur.  Tað snýr seg um at kaga í royndirnar hjá okkara grannalondum, at samskipa kanningar, sum longu verða gjørdar og fyriskipa tær kanningar, sum tørvur er á og at lyklapersónar fáa heimild at taka inn og samskipa neyðugu upplýsingarnar.   

Vit vóna at árið 2022 verður árið, har vit loksins kunnu siga, at vit eisini í Føroyum gera skaðakanning av álvarsligastu ferðsluvanlukkunum. Tað er nevniliga tann nátúrligi næsti liðurin í arbeiðinum fyri null-hugsjónini - at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.

23. februar 2022

Lovisa Petersen Glerfoss

Ráðið fyri Ferðslutrygd

Forrige
Forrige

Kemm Poulsen er farin

Næste
Næste

Eg koyri teg, tú koyrir meg