Minst til trygdarbeltið - eisini í bussinum
Komandi vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at minna føroyingar á at brúka trygdarbelti, tá teir koyra í bussi. Ábyrgdin liggur fyrst og fremst hjá hvørjum einstøkum at sita íbundin trygdarútgerðini, bæði fyri at verja seg sjálvan og onnur.
Ein ferðandi, sum situr leysur í setrinum, kann elva til skaða á seg sjálvan og onnur, um bussurin bremsar harðliga ella gerst partur av óhappi.
Trygdarbelti skulu vera tøk í bussum
Tann 1. oktober 2009 varð ferðslulógin munandi broytt, herundir munandi herd krøv til trygdarútgerð til akfør. Samanumtikið er talan um hesar broytingar:
Øll ferðandi í bili, bussi (býarbussar undantiknir) ella á trýhjólaðari motorsúkklu hava skyldu til at nýta trygdarútgerðina, sum akfarið er útgjørt við
Talið á ferðandi í bili má ikki fara upp um talið á sitiplássum til ferðandi, sum hava trygdarbelti
Forboð fyri at hava ferðafólk í last- ella vørurúmi
Áminning til ferðandi undir 15 ár
Sambært kunngerð nr. 128 frá 28. september 2009 um trygdarbelti, trygdarútgerð ætlað børnum v.m skal førarin av bili, ið er innrættaður til flutning av meiri enn níggju ferðandi, áðrenn koyring byrjar, síggja til, at ferðandi undir 15 ár verða kunnað um reglurnar um nýtslu av trygdarbelti.
Upplýsingarskyldan kann verða hildin við hesum fyriskipanum:
- áheitan frá føraranum
- kunning frá fylgjara ella tí persóni, sum er tilnevndur sum bólkaleiðari
- kunning á sjónvarpsskíggja í bussinum
- piktogrammum, ið lúka reglurnar í stakfyriskipanum um tilgerð og útgerð hjá akførum. Piktogram skulu vera sjónlig við øll sitipláss, har trygdarbelti er.
Tá talan er um koyring í persónbili ella á motorsúkklu, skal førarin ansa eftir, at ferðandi, sum ikki eru fylt 15 ár, nýta trygdarbelti ella fastspentan fallhjálm.
Politieftirlit í oktober
Í oktober fer politiið at fylgja hesum átaki upp við eftirliti í bussum kring landið.