Vestar frá Guðrun og Guðrun – um tú vilt síggjast
Um tú ynskir tær ein av vælumtóktu Guðrun&Guðrun-endurskinsvestunum, ber til at keypa teir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Teir eru at fáa á svørtum, silvurgráum og bláum í støddunum small, medium, large og extra large. Í støddinum small og medium eru ikki nógvir eftir.
Endurskinsvestarnir eru sniðgivnir av Guðrun & Guðrun, og framleiddir í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar.