Føroyingar vilja ikki vita av rúsdrekkakoyring

rusdekka ikki godtikin nov2017.jpg

Tað er langt frá í lagi at seta seg við róðrið við einari alkopromillu skeivu megin 0,2.

Tað siga heili 92% av føroyingum, sum ikki góðtaka koyring við rúsdrekka í blóðinum. Hetta vísir nýggj hugburðskanning sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur latið gjørt av Gallup nú í november. 92% siga, at rúsdrekkakoyring kann "ikki" ella "als ikki" verða góðtikin. 6% svara, at rúsdrekkakoyring skal helst ikki koma fyri.    

- Vit eru ikki bilsin um hetta úrslitið. Hugburðurin ímóti rúsrekkakoyring er óvikiligur millum tey flestu. Men hjá summum kann vera langt frá hugburði til atferð. Tí rúsdrekkakoyring er framvegis orsøk til álvarsligar ferðsluvanlukkur, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd. 

Forrige
Forrige

Ársfundur RFF verður fríggjadagin 2. februar

Næste
Næste

Vestar frá Guðrun og Guðrun – um tú vilt síggjast