Ársfundur RFF verður fríggjadagin 2. februar
Ársfundur hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd verður fríggjadagin hin 2. februar 2018 í Auditorinum í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn frá kl. 10.00.
Dagurin verður býttur í tveir partar. Fyrrapartin seta vit ljóskastaran á ferðslutrygdararbeiðið í Noregi, sum er millum tey londini í heiminum, sum hevur fæst deyð í ferðsluni í mun til fólkatalið. Eisini fara vit at viðgera ferðtálmandi tiltøk á kommunalum vegum og landsvegum í Føroyum.
Hesin parturin av degnum er almennur.
Seinnapartin er sjálvur aðalfundurin sum er fyri føstu limirnar, kommunurnar og aðrar limir.
Í fjør varð samtykt at broyta viðtøkuna í sambandi við nevndarval við skiftisreglu nú komandi ársfund, har øll nevndin stendur fyri vali. Hesi eru skotin upp samsvarandi §6 í viðtøkunum í seinasta lagi 14 dagar fyri ársfundin:
Til nevndarformann:
Kári Thorsteinsson, verandi formaður
Uppskotin av: Akstovuni, Landsverki, Betri Trygging
Sum nevndarlimir, har fýra skulu veljast (í bókstavarøð)
• Mikkel H. Frandsen, Landsverk
• Lovisa P. Glerfoss, Kommunufelagið
• Vivian Johansen, Trygd
• Jónhild Rasmussen, Betri Trygging
• Andrea á Rípuni, Føroya Lærarafelag
Sum varalimir:
• Gunn H. Møller, Landsverk
Skrá fyri Ársfundin (alment)
Kl. 10.00
Vælkomin - Kári Thorsteinsson, formaður
Kl. 10.05
Hvørji ítøkilig stig hevur Noreg tikið, sum hava havt við sær, at tey eru millum tey sum hava allarfæst deyð í heiminum í ferðsluni? við Bård Morten Johansen, seniorráðgeva í Trygg Trafikk í Noregi
Kl. 10.45
Kjak, orðaskifti og høvi at seta Bård Morten Johansen spurningar
Kl. 11.00
Ferðtálmandi tiltøk á kommunalum vegum og landsvegum við Gunn Hanusardóttir Møller, sivilverkfrøðingi hjá Landsverki, og Lovisu P. Glerfoss, ferðslugrannskoðara og tekniskum leiðara í Vága kommunu
Kl. 11.30
Kjak, orðaskifti og høvi at seta Lovisu Petersen Glerfoss Gunn Hanusardóttir Møller spurningar
Kl. 11.45
Matarsteðgur
Kl. 12.45
Aðalfundur (føstu limirnar, kommunurnar og aðrar limir)
1. Val av fundarstjóra
2. Ársfrágreiðing formansins – Kári Thorsteinsson og Brynhild Høgnadóttir
3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi – Brynhild Høgnadóttir og Eyðstein Jensen, bókhaldari
4. Val av formanni. Stendur fyri vali (Sí uppskot omanfyri)
5. Val nevndarlimum. Øll standa fyri vali (Sí uppskot omanfyri)
6. Val av grannskoðara
7. Innkomin mál (Eingi onnur mál innkomin enn uppskot til formann og nevndarlimir)
8. Ymiskt