Nýggja nevndin í RFF skipað seg

nyggj nevnd 1.jpg

Á ársfundinun 2. februar varð nýggj starvsnevnd vald. 

Lovisa P. Glerfoss og Jónhild Rasmussen, vórðu vald fyri 4 ár, Mikkel H. Frandsen og Vivi Johansen fyri 2 ár, meðan Andrea á Rípini og Gunn H. Møller vórðu tiltakslimir. Formaðurin Kári Thorsteinsson var afturvaldur fyri 4 ár. Samstundis fóru úr nevndinil Armgarð Steinholm, sum var næstform, Eiler Fagraklett, Ingunn Eiriksdóttir og Jákup av Skarði, sum ikki stillaðu uppaftur. Stóra takk fyri tykkara leiklut í starvsnevndini ferðslutrygdini at frama.

Nevndin skipaði seg á nevndarfundi 17. mai við Lovisu P. Glerfoss sum næstforkvinnu. 

Á myndini frá aðalfundinum eru: Lovisa P. Glerfoss, næstforkvinna, Andrea á Rípuni, varalimur, Kári Thorsteinsson, nevndarformaður, Brynhild Høgnadóttir, stjóri, Mikkel H. Frandsen, nevndarlimur, Jónhild Rasmussen, nevndarlimur, Vivian Johansen, nevndarlimur og Gunn H. Møller, varalimur.

Forrige
Forrige

Fá plakatir, klistrimerki og tatoveringar til veitsluna

Næste
Næste

Ársfundur RFF verður fríggjadagin 2. februar