Skaðanevnd, betri hagtøl og reglulig endurskoðan av ferðslutrygdarætlanini
Hetta eru týdningarmiklastu lyklaorðini í nýggju Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 - 2027, sum varð handað landsstýrismanninum í Samferðslumálum á ársins longsta degi, tann 21. juni 2019.
Arbeiðið at endurskoða ferðslutrygdarætlanina varð sett í gongd í februar 2019. Arbeiðsbólkurin hevur arbeitt skjótt, og nú er til taks ein nýggj og endurskoðað ferðslutrygdarætlan.
Yvirskipaða málið við ferðslutrygdarætlanini er, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða skal verða 30% lægri í 2027 í mun til 2018.
Arbeiðsbólkurin hevur sett sjóneykuna á 8 fokusøki, sum mett vera týdningarmikil fyri at náa málinum. Hetta serliga tí tey umboða bólkar og slag av óhappum, sum lutfalsliga hava størri títtleika.
Tey 8 fokusøkini eru:
1. Ov nógv ferð
2. Rúsdrekka, rúsevni og heilivágur
3. Gáloysni
4. Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi
5. Bleyt ferðsla
6. Ungir bilførarar frá 18 – 24 ár
7. Møtióhapp og stakóhapp
8. Ferðafólk
Fyri hvørt fokusøki eru ásett tey tilmæli, sum verða mett at hava týdning fyri, at málið fyri júst hetta fokusøkið kann røkkast.
Tað eru í alt 70 ymisk tilmæli, og fyri hvørt teirra er ásett, hvør stovnur ella myndugleiki hevur ávirkan á, at júst hetta tilmæli kann fremjast. Hetta soleiðis, at øll, sum vara av – myndugleikar, stovnar og allir føroyingar - taka Ferðslutrygdarætlanina 2019-2027 til sín.
Arbeiðsbólkurin legði í framløguni dent á, at trý tey fyrstu tilmælini – Skaðakanning, Hagtøl og Endurskoðan av ferðslutrygdarætlanini – eru tey týdningarmiklastu fyri at røkka yvirskipaða málinum í ferðslutrygdarætlanini.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, er glaður fyri at hava fingið handað Ferðslutrygdarætlanina. Nú hava vit nakað at fyrihalda okkum til fram til 2027. Tað er av stórum týdningi, at arbeiðið við at endurskoða ætlanina so við og við heldur fram.
Ferðslutrygdarætlanin kann takast niður her.