Steðga rúsdrekkakoyring

42314 merktur fyri livid 2019_v2.png

Avtala hvør skal koyra heim – og syrg fyri at tey eisini fáa okkurt leskiligt at drekka.

Hásummar er. Lotið er lýtt og næturnar ljósar. Stevnur og festivalar mynda árstíðina og útisetar leita heim at halda frí saman við sínum kæru.

Stevnur og festivalar merkja fyri mong eisini øl og vín. Tá gerst lagið gott og tá er týdningarmikið at avtala hvør skal koyra heim – áðrenn veitslan byrjar.

Flest øll eru samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman og síðani markið fyri rúsdrekkakoyring varð sett niður til 0,2 promillu, er talið á rúsdrekkaóhappum minkað nógv. Men hóast hetta, henda enn ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring og hesi óhapp eru ofta sera álvarslig. Týdningarmikið er tí at syrgja fyri at hugburðurin til rúsdrekkakoyring eisini samsvarar við atburðin. Og vit hava øll eina týdningarmikla uppgávu at steðga honum/henni, sum ætlar at koyra bil við rúsdrekka í blóðinum.

Bjóða leskilig alternativ

Skal tú halda eina veitslu? Minst til eisini at servera ein leskiligan, kaldan, alkoholfrían drykk til hann/hana, sum skal koyra heim eftir veitsluna. Á henda hátt ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur. Lat hetta vera ein eins nátúrligur partur av veitsluni, sum tað longu er at siga nei takk til rúsdrekka og bilkoyring.

Soleiðis steðgar tú rúskoyring

Tað kann kennast trupult at yvirtala ein til at lata bilin standa. Ikki minst tá tú ivast, hvussu nógv hann ella hon hevur drukkið. Men minst til, at tá tú forðar einum í rúsdrekkakoyring, ger tú honum ein beina. Her eru nøkur góð ráð:

  • Sig, at tær dámar illa, at hann/hon koyrir

  • Royn at tosa viðkomandi frá at koyra og tak møguliga billyklarnar

  • Fá onnur at hjálpa tær, so tit eru fleiri at tosa viðkomandi frá at koyra

  • Ring eftir hýruvogni og lán honum/henni pengar at rinda hann

  • Bjóða gisting

  • Ert tú koyringarfør/ur, bjóða tær at koyra

  • Um hann/hon kortini koyrir: Ring til politiið á 35 14 48.

 

Átakið verður framt í samstarvi við Trygd og Betri. Politiið ger rúskanningar meðan átakið er.

Forrige
Forrige

Ein “heilt appilsinfrían”, takk!

Næste
Næste

Skaðanevnd, betri hagtøl og reglulig endurskoðan av ferðslutrygdarætlanini